Flogfrakt.
Okkara høvuðsøki innan flutning liggur í flogfraktini. Vit hava serkunnleikan og veita tær eina tænastu, sum setir teg hægst. Vælvitandi, at flogfrakt í flestum førum er flutningur undir tíðspressi, eru vit til allar komu- og fráferðir á Flogvøllinum í Vágum (FAE).
Tað eru fráferðir hvønn dag, ofta fleiri ferðir um dagin, og hetta tryggjar eina javna og skjóta tænastu, sum kemur kundanum til góðar.
Við tí, at EUR Express heldur til beint við flogvøllin, ber til hjá okkum at fáa vøruna beinanvegin, tí vit eru til staðar við nærum hvørja komu og fráferð. Sostatt fært tú ta skjótastu og mest fullkomnu flutningsloysnina frá okkum.
Seinkingar
Veðurlagið í Føroyum er kent fyri at vera svikaligt til tíðir, og kann hetta ávirka flogfraktina. Eru seinkingar ella aðrir trupulleikar, seta vit okkum ta treyt at samskifta við okkara viðskiftakundar fyri at tryggja teimum bestu tænastuna.
Komu og fráferðir
Yvirlit yvir komur og fráferðir finnur tú á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.