Sjófrakt.
Við okkara vitan og ágrýtni eru tit í tryggum hondum, tá tað kemur til allan flutning, eisini sjófrakt.
Vit veita sjófrakt í samstarvi við fylgjandi samstarvsfelagar, og verða vørur innfluttar sjóvegis hvørja viku.
Uttanlandskeyp
Hevur tú tørv á hjálp til at fáa tín nýggja køk ella annað heim til Føroyar? EUR Express hjálpir tær á veg.
Flestu fyritøkur senda ikki um allan heim, men kortini ber til at fáa júst tað, ið tú ynskir tær heim til Føroya frá risaketum uttanlands.
Vit hjálpa tær fegin á veg við hesum. Vend tær til okkara, og vit hjálpa tær at gera dreymin til veruleika.
Vit flyta tínar vørur heim til Føroya og tryggja eina so góða og ómakaleysa tænastu, sum yvirhøvur til ber.
Tolllógin
Fá innlit í galdandi tolllóg og reglur um tollavgreiðslu á heimasíðuni hjá TAKS.
Ivamál?
Hevur tú spurningar um tollavgreiðslu, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit hjálpa tær gjøgnum tilgongdina og tryggja eina skjóta og smidliga viðgerð.