Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tænastur /
Tollavgreiðsla

Tollavgreiðsla.

Vøra, sum er komin til Føroyar, skal sambært galdandi tollreglum tollavgreiðast, áðrenn hon kann útflýggjast.

Vit bjóða okkum at tollavgreiða vøruna fyri kundan. Tá kundin hevur goldið MVG og møguliga frakt, koyra vit vøruna út.

Um kundin ynskir at tollavgreiða vøruna sjálvur, er hetta eisini møguligt. Tá senda vit neyðugu skjølini til kundan, sum síðani setur seg í samband við tollmyndugleikarnar. Tá vit hava móttikið útflýggingarloyvið frá TAKS, koyra vit vøruna út.

Eisini kunnu vit fáa til vega EUR.1-sertifikat til vøru, sum er framleidd í EU og hevur eitt virði omanfyri € 6.000.