Um okkum.
Skjótt og lætt um allan heim
EUR-Express veitir flutningstænastur um allan heim. Vit syrgja fyri, at góðs og vørusendingar verða fluttar frá seljara til móttakara, uttan mun til, hvar í heiminum tey eru stødd.
Í samstarvi við høvuðssamstarvsfelaga okkara uttanlands, norska flutningsfelagið Bring, kunnu vit veita skjóta og álítandi tænastu. Bring er eitt av fremstu flutningsfeløgunum í Norðurlondum og hevur serligar førleikar innan flutning til og frá oljuvinnuni.
EUR-Express avgreiðir skjótt og væl allan inn- og útflutning fyri bæði privatpersónar, fyritøkur og feløg.
Dugnaligu starvsfólk okkara taka sær av øllum samskifti við myndugleikar, millum annað tollavgreiðslu og øðrum neyðugum pappírsarbeiði í samband við flutning, so kundin sleppur undan óneyðugum umsitingarligum arbeiði.